Ølbreyð

Tilfar til 1 ølbreyð 360g mjøl 1 roka tsk bakipulvur 1 tsk salt 1 dós øl 85 g hunang 5 spsk smør   Soleiðis gert tú Hita ovnin upp á 190 °C. Blanda mjøl, salt og bakipulvur saman í einum bolla. Stoyt ølið í og rør saman. Koyr síðani hunang og 5 spsk av smøri í og blanda saman. Deiggið skal ikki eltast, bara rørast. Lat klumpar av smøri vera í deigginum. Legg bakipappír í ein breyðform (uml. 26 × 12 cm), koyr deiggið í og baka í ovninum í 40 minuttir. Tá...

Diavola pitsa

Tilfar til 3 pitsur 3 stk fryst Il fornaio pitsudeiggj (bollar)   Tilfar til tomatsós 12 stk cherrytomatir 1 reyðleykur 4 fet hvítleyk 1 rokað tsk oregano 1 nevi basilikumbløð kiliflakar 85 g tomatpure salt og pipar 30 g vatn   Pynt 3 pk frísk mozzarella 3 pk ventricina pylsa (evt fennikapylsa, um man ikki er til sterka pitsu)   Soleiðis gert tú Deiggið:Um morgunin tak pitsubollarnar úr boksini og legg teir í 3 skálir. Stoyt olivinolju omanyvir og legg film yvir. Lat teir standa á køksborðinum til um kvøldið – tá skuldu teir verið hevaðir. Tomatsós:Steik cherrytomatir, leyk í...

Páskaísur við Aero og ostakakubotni

Tilfar til botnin 100 g digestive keks 100 g havragrýn 2 spsk putursukur 100 g smelta smør   Tilfar til ostakrem 5 dl rómi 1 dós kondensera mjólk 1 tsk vaniljusukur 2 pk Aero   Pynt 1 posa miniegg ella onkur páskaegg sum tær dámar   Soleiðis gert tú Blenda digestivkekurnar í eini hvirlu, koyr havragrýn, smeltað smør og putursukur í og blenda víðari. Legg bakipappír í bonin á einum springformi (20cm). Pressa massan til ein fastan botn og stilla á køl. Píska róman stívan. Koyr kondensera mjólk og vaniljusukur í og píska. Hakka Aero og vend...

Mandlusmør

Tilfar 200 g mandlumjøl 0,5 tsk salt Soleiðis gert tú Hita ovnin á 185 C. Koyr mandlurnar á eina bakiplátu við bakipappíri á. Baka í 15 min. Køl niður. Blenda mandlurnar í eini hvirlu. Rør síðurnar niður av og á. Blenda inntil massin er flótandi. (Tekur uml 10-15 min) Koyr 0,5 tsk salt í og blenda. Brúka td. omaná grikskt jogurt saman við ahornsiroppi og evt frískum berum.

Sjokolátabitar

Tilfar Botnur: 100 g mandlumjøl 2 spsk kakaopulvur 200 g frískar dadlur (steinarnir tiknir úr) 1 spsk peanutbutter Eitt lítið sindur salt Omaná: 100 g myrk sjokoláta 10 g peanutbutter Soleiðis gert tú Blanda mandlumjøl og kakaopulvur saman í eini hvirlu. Koyr dadlur, peanutbutter og eitt lítið sindur salt í, og blenda alt saman, til tú hevur eina fasta og samanhangandi massu. Legg massuna á bakipappír og rulla hana út til ein javnan fýrakant. Sker í 24 javnstórar bitar. Smelta sjokolátuna saman við peanutbutter, til dømis í mikroovni. Rør væl, til blandingin er sløtt...

Pistasiukúlur

Tilfar  200g frískar dadlur (koyr steinarnar burtur) 60g pistasiunøtir 80g myrk sjokoláta 10g pistasiunøtur til pynt omaná   Soleiðis gert tú: Blenda dadlur og pistasiunøtur í eini hvirlu. Ger hendurnar vátar og forma deiggið í smáar kúlur. Smelta sjokolátuna evt í mikroovninum (360W í uml 1 min og 30 sek) ella yvir vatnbað. Vend kúlunum í sjokolátu og legg á eitt fat við bakipappíri á. Drússa við hakkaðum pistasiunøtum omanyvir og stilla á køl ella í frystaran.

Overnight oats Rísalamande

Tilfar til 3. portiónir 2 dl havragrýn 2 spsk chiafræ 2,5 dl mjólk 1 dl grikskt jogurt 2 spsk ahornsiropp ella hunang 2,5 tsk vaniljusukur 1 dism salt   Omaná Kirsiberjasós Hakkaðar mandlur   Soleiðis gert tú: Blanda havragrýn, chiafræ, mjólk, grikskt jogurt, siropp, vaniljusukur og salt væl saman í eini skál. Legg film omanyvir og stilla í køliskápið náttina yvir. Næsta morgun rør runt í greytinum. Um greyturin er ov tjúkkur eftir tínum tykki, kann hann tynnast við mjólk. Koyr í skálir, toppa við kirsiberjasós og evt hakkaðum mandlum.

Sjokolátabarr

Tilfar 85 g havragrýn 115 g mandlumjøl 1 dims salt 5 spsk peanutbutter 3 spsk ahornsiropp 1 spsk mjólk 1 tsk vaniljuessens ella vaniljusukur   Omaná 150 g myrk sjokoláta 2 tsk peanutbutter   Soleiðis gert tú Blenda havragrýn, mandlumjøl og salt í eini hvirlu í uml 30 sek, ella inntil havragrýnið er fínt hakkað. Koyr síðan peanutbutter, ahornsiropp og vanilju í og blenda. Koyr nú massan í ein breyðform við bakipappíri í og trýst deiggið fast og javnt út. Smelta sjokolátu og peanutbutter í eini grýtu við lágum hita. Tá sjokolátan byrjar at smeltað, sløkk...

Hokkaidosalat

Tilfar 1/2 hokkaido graskar 1 tsk timian sitrónskal (1 sitrón) salt olivinolja kiliflakar 4 stórar nevar av grønkáli sitrónsaft (1/2 sitrón) salt 1/2 granatepli 0,5 pk salatost sólblómukjarnur   Soleiðis gert tú Hita ovnin á 185C. Vaska og sker hokkaido í bitar. Legg á eina bakiplátu við bakipappíri á, koyr timian, sitrónskal, salt, kiliflakar og matolju á og blanda væl saman. Baka í ovninum í uml 18 min. Ímeðan petta grønkáli í minni bitar og koyr í eina skál. Stroy olivinolju, sitrónsaft og salt omanyvir grønkáli og knús/massera káli við hendrunum. Koyr teir bakaðu hokkaidobitarnir, granateplikjarnur, sólblómukjarnur...

Minipannukøkur

Tilfar: 1 banan 2 egg 150g mjolk 200g mjøl 1 rokuta tsk bakipulvur 1 rokuta tsk vaniljusukur   Soleiðis gert tú: Píska egg og banan væl saman. Koyr restina í og píska. Um deiggið er ov tjúkt, koyr meira mjólk í og rør. Hita eina pannu, koyr matolju á og koyr eina stóra spsk deiggj á (td. 4 klattar á í senn). Steik á báðum síðum. Borðreið við td. ahornssiroppi.