Linsubúffur við spískkálssalati

Tilfar til linsubúff (2 portiónir) 70g reyðar linsur 0,5 stk fínthakkaðan leyk 0,5 stk egg 20 g tomatpure 0,5 tsk spíðskumman 0,5 tsk gurkemeje 0,5 tsk kiliflakar 2,5 spsk mjøl 0,5 neva hakka persillu salt og pipar matolja   Soleiðis gert tú Kóka linsurnar eftir leiðbeingin á pakkanum. Blanda alt væl saman í einum bolla ella í einum foodprocessor. Lat farsi hvíla í 15 min. Forma 4 búffar og steik báðar síður á pannuni í eitt sindur av matolju. Spískkálssalat kóka rís reytt spískkál í tunnum skivum frískar dadlur í bitar persilla mynta sesamfræ olivinolja sitrónsevja súrrómi

Baka søtepli við kilihummusi og quinoasalati

Tilfar til uml 4 pers. 2 stór søteplir matolja salt og pipar evt kili   Quinoasalat 1 dl quinoa 1 stk snackpipar 1 pk slikertrar 4 stk frískar dadlur (vælfrítt) salatbløð (her var brúkt spískkál) 1 pot fríska dild matolja salt sitrónsaft 1 pk kilihummus   Soleiðis gert tú Tendra ovnin á 210C Vaska søteplini og sker tey í helvt um tey eru lítil, ella í bátar um tey eru stór. Legg á eina bakiplátu við bakipappíri á við skalinum niðureftir. Stroy matolju, salt, pipar og evt kili omanyvir. Vend søteplini niður, so tann skorna síðan liggur niður á bakiplátuna....

Ertra- ella edamamemos

Tilfar ertrar ella edamamebønir salt og pipar sitrón vatn matolju evt hvítleyk og kilipulvur   Soleiðis gert tú Tiðna ertrar/edamamebønir. Blenda saman við sitrónsaft, matolju og vatni.  Smakka til við salt og pipari og evt hvítleyk og kilipulvur.

Mangolassi

Tú skalt brúka til 2 gløs 1 mango 1/2 l jogurt naturel 1 spsk hunang 1 dims salt 6 ísterningar   Soleiðis gert tú Flys og sker mango út og koyr í ein blendara saman við jogurt, hunang, salt og ísterningum. Blenda væl og inntil allir ísterningarnir eru knústir.

Fullkornsbreyð

Tilfar: 25 g ger 6 dl lunka vatn 1 spsk salt 1 spsk akaciehunang 1 dl havragrýn 1 dl hørfræ 1 dl sólblómukjarnur 2 dl fullkornsølandshveitimjøl 1,5 dl fullkornshveitimjøl 8 dl hveitimjøl   Soleiðis gert tú: Rør ger og lunka vatn saman evt í einum mixara. Koyr salt, akaciehunang, harvagrýn, hørfræ og sólblómukjarnur í og rør væl. Koyr fullkornsølandshveitimjøl og fullkornshveitimjøl í og rør væl. Til síðst koyr hveitimjøl í og miksa deiggi væl. Heva í 30 min. Hita ovnin til 200C. Koyr deiggi í tveir breyðformar ella sum tvær bollar á...

Falafel, søteplamos og spískkálssalat

Frokost burturúr restum í køliskápinum. Tilfar Falafel Søtepli Pastinak Spískkál Snackpipar Purra Súrepli Sólblómukjarnur Mynta Sitrón   Framferðarháttur: Kóka søtepli og pastinak moyr. Stoyt veskuna burtur og blenda til mos við einum stavblendara. Stilla á køl. Baka falaflurnar í ovninum (20 min 175C) Sker spískkál og purru fínt, súrepli og snackpipar í puntar og hakkað myntu. Blanda alt saman við sólblómukjarnunum og pressa fríska sitrónsaft omanyvir. Borðreið evt við ristaðum rygbreyði við rivnum osti.

Fullkornstortilla við falafel

Tilfar 3 falaflar 1/2 avokado frísk sitrónsaft salt og pipar spískkál cherrytomat feta   Framferðarháttur Hita falaflarnar í ovninum (175C í 20 min). Mosa avokado á tortillaina, pressa sitrónsaft omanyvir og krydda við salt og pipari. Legg fíntskori spískkál, cherrytomatir í bátar, feta og falaflar á tortillaina.   Tip - um tú eigur fríska basilika ella aðra kryddurt, koyr hetta í eisini.  

Reyðróthummus og grønmeti

Tilfar 200 g reyðrót (flust og kóka moyr) 1 dós kikertrar (uttan vesku) 1 tsk tahin (kann droppast) Saft frá 1 sitrón 1 tsk spíðskommen 1 tsk koriander 1 tsk kilipulvur 1 fet hvítleyk 1/2 dl olju (olivin ella raps)   Framferðarháttur Blenda alt saman og smakka til við salti og pipari. Borðreið við t.d. gularót, selleri, snackpipar, agurk.