Ølandshveitibollar

Tilfar til uml 12 bollar 10 g ger 6 dl kalt vatn 450 g ølandshveitimjøl 400 g hveitimjøl 1,5 tsk salt   Soleiðis gert tú Upploys gerina í vatninum. Blanda ølands- og hveitimjøli upp í. Elt deiggið í eini rørimaskinu í uml 15 min. Minst til at lata salt í, tá uml 5 min eru eftir. Legg matfilm omanyvir skálina og stilla á køl í uml 12 t. Hita ovnin á 250C. Stroy mjøl á køksborðið og koyr deiggið á. Sker deiggið í uml 12 bitar og legg á eina bakiplátu...

Bláberjasmoothieskál

Tilfar til 2 persónar 150g fryst banan í bitum 130g fryst bláber 1 tsk mandlusmør ella peanutbutter 1 tsk vaniljusukur 100g mjólk   Soleiðis gert tú Koyr alt tilfarið í eina hvirlu og blenda væl inntil alt er mjúkt og lekkurt. Koyr meira mjólk í um neyðugt. Pynta við ber, frukt, musli ella annað tær dámar.  

Smoothieskál við hindber

Tilfar til 2 persónar 100g frystar bananir í bitum 100g fryst hindber 100g sitrón/lime jogurt (annar smakkur kann eisini brúkast) uml 100g mjólk   Soleiðis gert tú  Blenda alt tilfarið væl saman. Rør í massanum innímillum og blenda aftur til tú hevur ein ískonsistens. Koyr í tvær skálir. Pynta við td. hørfræ, sesamfræ, peanutbutter, jarðber, kiwi

Kokusmüsli

Brúka t.d. 60g graskarkjarnur 30g hørfræ 40g sesamfræ 50g kokusflakar (ella kokusmjøl. Kokusflakar fáast evt í specialhandlum) 60g havragrýn evt chiafræ Ristað alt tilfarið á pannuni. Sesamfræ og kokusflakar skulu ristast inntil tað fær eina gylta gula farvu. Koyr evt akaciehunang á til síðst og rør í müslinum. Lat müsli kólna á einum bakipapíri. Koyr müsli omaná td. skyr ella jogurt.

Heimagjørt müsli

Brúka t.d. 40g hasselnøtir ella mandlir 60g sólblómukjarnur 50g hørfræ 70g sesamfræ 20g chiafræ 25g groft havragrýn Blanda alt saman og legg á eina bakiplátu við bakipapíri á. Koyr akaciahunang omanyvir og baka í ovninum í uml 30 min á 175C. Rør í blandingini av og á. Koyr müsli omaná skyr ella jogurt.

Smoothiebowl

Tilfar til 3 skálir: 200g fryst banan 200g fryst skógarber ella bláber 2 tsk agavesirop 2 dl mjólk (ella meir til konsistensurin er passaligur) Pynta við tí tú ynskir. Her var brúkt hørfræ, musli, bláber, banan og granatepli. Soleiðis gert tú: Blenda banan, skógarber, agavesirop og mjólk saman í einum blendara. Koyr meira mjólk í um neyðugt. Pynta við tí tú ynskir av fræ, frukt og ber.

Chiagreytur við berjum og peanutbutter

Tilfar: 2 tsk Chiafræ 3 dl Soyajogurt við blábersmakki 2 spsk Hørfræ Evt hindber, jarðber, sólber 1 spsk peanutbutter Soleiðis gert tú: Blanda chiafræ og jogurt saman, toppa við hørfræ, berjum ella aðrari frukt sum tær dámar og peanutbutter. Væl gagnist :)

Luksus havragreyt við frískum berum

Tilfar 1 dl havragrýn (helst grovvalsað) 2 dl vatn 1 nip av salti 1 spsk hørfræ hindber, jordber ella bláber banan, kiwi skyr ella jogurt valnøtir evt 1 tsk peanutbutter Framferðarháttur Kóka havragrýn, vatn, hørfræ og eitt nip av salti til tað byrjar at kóka og sløkk undir grýtuni. Koyr havragreytin í eina skál og koyr berini, banan, skyr/jogurt og hakkaðar valnøtir omanyvir.

Jarðbersmoothie

Tilfar til 2 pers. 100 g fryst jarðber 1 banan 2 dl rís-, mandlu- ella vanliga mjólk 1 nip vaniljupulvur ella 1 tsk vaniljusukur Framferðarháttur Blenda alt tilfari væl saman