Elsa Sandberg NielsenÍ hesum pakkanum fært tú amboð og ráðgeving til at fáa ein sunnan lívsstíl – uppá tann lætta mátan. 

Tilboðið varar í 3. mðr. og inniheldur:

  • Byrjunarsamrøðu
  • Heilsukanning
  • Greining av úrslitum
  • Vegleiðing innan heilsugóðan kost
  • Íblástur til morgunmat, miðmála og dessert
  • Motiverandi samrøður aðru hvørja viku
  • Uppfylgjandi heilsukanning aftaná skeiðið

Byrjunarsamrøðan fevnir um ráðgeving innan kost og heilsu. Heilsukanningin fevnir um eina greining av kroppsamansetning og kropsmátum áðrenn og aftaná skeiðið. Út frá hesari kanning, fært tú greiðu á, hvussu samansetingin er við muskulmassa, beinagrind, veskubalansu, feitt og visceralt feitt (feitt, sum situr runt um yrkisgøgnini).

Út frá tørvinum hjá tær/tykkum verður ein ætlan gjørd – serligur dentur verður lagdur á at fáa ein sunnan lívsstíl, sum hóskar til tín. Í matætlanini er dentur lagdur á lættar og heilsugóðar rættir. Við hesum fáa einstaklingar eins og familjur ein fjølbroyttari kost. Samstundis hevur hetta eina góða ávirkan á børnini, sum læra at eta sunnari, og tryggjar tí eina góða heilsu frá byrjan. 

Harafturat kanst tú bíleggja matkassar, sum standa klárir at heinta í FK í Miðvági ella Hoyvík hvønn týsdag frá kl 16. Um áhugi ikki er í matkassanum, er eisini møguligt at bert at keypa eina matætlan, har tú sjálv/ur keypur inn eftir ynski.

So um tú ynskir ein sunnari lívsstíl, skriva ein teldupost til elsa@matbitin.fo.

Avmarkað pláss eru til hetta tilboðið.

Prísir fyri eitt 3 mðr. tíðarskeið 

  • 3700 kr fyri familjur (3 persónar ella fleiri)
  • 2780 kr fyri pør
  • 1860 kr fyri einstaklingar

Stovnar og fyritøkur

  • Ráðgeving innan heilsugóðan kost
  • Málrætta matætlan til tørvin hjá stovni ella fyritøku
  • Keypslista tilhoyrandi matætlan

Skriva ein mail til elsa@matbitin.fo og hoyr nærri um prís.