Ramen við høsnakjøti og nudlum
Persónar: 1
Tilfar
- sesamolja ella matolja
- 100 g mali høsnakjøt
- 0,5 stk lítil leykur
- 1 fet hvítleyk
- 0,5 tsk ingifer
- 0,25 tsk reytt karry pasta
- 3 dl vatn
- 0,5 tern høsnabouillon
- 1,5 spsk soya
- 0,25 tsk sukur
Afturvið
- 1 stk egg
- 75 g eggnudlir
Omaná
- 1 stk várleyk
- evt frískt koriander
Vegleiðing
- Hakka leyk, hvítleyk og ingifer sum skal brúkast í uppskriftini. Steik høsnakjøtið í eini grýtu í sesamolju ella matolju. Koyr leyk, hvítleyk og ingifer í og steik. Koyr síðan reytt karrypasta, vatn, høsnabouillon, soya og sukur í og kóka á lágum hita inntil klárt er at borðreiða (um man ikki er til sterkan mat, so koyr minni í av reyðum karrypasta). Smakka til við meira reyðum karrypasta, salti og pipari áðrenn borðreitt verður.Kóka vatn í eini grýtu, legg eggini í og kóka í 7 min. Tak upp við eini skeið og skola undir køldum vatni. Legg nudlurnar nú í grýtuna við tí heita vatninum og kóka inntil al dente. Síla vatni frá og stilla nudlurnar til viks í eini skál.Borðreið við fíntskornum várleyki og evt frískum koriander.
Tú skalt sjálv/ur hava
reytt karry pasta
høsnaboillon
soya
sukur
evt sesamolja og frískt koriander
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!