Kóka tær grønu linsurnar í vatni við grønmetisbouillon í forholdinum 1:2 í 15 min (kóka dupulta portión, goym helvtina til høsnarungarættin). Um tú hevur kókaðar linsur far víðari til næsta trin í uppskriftini.Hita ovnin til 190C.Hakka leyk og hvítleyk og steik í eini grýtu í matolju. Koyr hakka oksakjøt í og brúnka. Koyr tomatpure, oregano, timian í og rør væl. Koyr pastasós, mjólk og grønar linsur (kókaðar) í og kóka upp. Sker gularót í bitar og koyr í. Smakka til við salti og pipari. Koyr eitt sindur av kjøtsós í eitt eldfast fat, legg lasagnuplátur omanyvir osv inntil tað síðsta av kjøtsósoini er brúkt. Enda við kjøtsós ovast. Baka í ovninum í uml 20 min, koyr cheddarost omanyvir og baka víðari inntil pastain er al dente.Ímeðan sker spískkál, flys gularót í stimlar og sker mango í bitar, blanda til eina salat og stroy akaciehunang og matolju omanyvir.
Tú skalt sjálv/ur hava
salt og piparmatoljagrønar linsurtimianoreganolasagnupláturakaciehunangmjólk