Tendra ovnin á 200C. Vaksa og sker snackpipar, gularøtur og leyk í bitar, legg á eina bakiplátu við bakipappíri á, stroy við matolju, salt og kilipulvur og baka í ovninum í uml 25 min.Ímeðan vaska og sker várleyk í smáar og tunnar skivar. Elt ella miksa malið svínakjøt, soya, rasp og várleyk saman. Forma til dellur og steik á pannuni í matolju. Drena og vaska limabønirnar/kikertrar/mix bønir væl. Vend á pannuni við dellunum. Kóka eggnudlirnar eftir leiðbeining á pakkanum. Er meira várleykur eftir, sker í skivar og borðreið afturvið rættinum.Blanda grønmeti, rukola, limabønir/kikertrar/mix bønir og soyadellurnar saman. Um børn eru í húskinum, borðreið alt sundurskilt.