Hita ovnin til 175C.Vaska og kóka eplir undir vatn inntil eplini eru gjøgnumkókaði (uml 20min). Hita fiskafrikadellurnar í ovninum í uml 15 min. Ímeðan vaska og rív súreplir og gularøtur, blanda saman við rukolabløðum. Pressa sitrónsevju omanyvir rákostsalatina. Borðreið við fullkornssinnopi.