Flys og hakka hvítleyk og ingifer fínt. Steik oksakjøtið í grýtuni saman við hvítleykinum, ingifer, soya og evt kiliflakar. Smakka til við salti og pipari.Ímeðan sker gularøtur, mango, agurk í strimlar. Tiðna edemamebønir. Borðreið við ríspappíri, salatbløðum, frískari sitrón, søt kili sós og soya.Soleiðis rullar tú eina ríspappírsrullu: Koyr vatn í eitt fat, ger ríspappírið heilt vátt, legg á tallerkin, legg fyllu í, sitrónsevju, søta kilisós og soya og rulla saman. Legg evt endarnar inn áðrenn man rulla ríspappírið heilt saman.
Tú skalt sjálv/ur hava
salt og piparsoyasøt kilisósríspappírevt kiliflakar