Kóka eggnudlurnar eftir leiðbeing á pakkanum.Sker kotellettirnar í tunnar strimlar. Hakka reytt kili, ingifer og hvítleyk fínt og steik í grýtuni (evt wokgrýtu) saman við svínakjøtinum evt við eitt sindur av matolju. Vaska og sker brokkoli og purru fínt. Koyr í grýtuna saman við edemamebønum. Smakka til við soya. Vend evt nudlurnar í wokblandingina ella borðreið sundurskilt.