Tendra ovnin á 200C.Kóka quinoa eftir leiðbeining á pakkanum.Koyr falaflurnar í ovnin og baka í uml 20 min.Ímeðan sker spískkál og fennikel í tunnar strimlar, snackpipar og mango í bitar og blanda alt í eina skál við spinatinum. Tá quinoa er kólnað blanda uppí salatina.Rør hunang, sitrónsaft, hakkað myntu og súrróma til ein dressing.Tip - Um børn eru í húskinum, borðreið td. grønmeti sundurskilt í skálir. Ofta kann tað eggja børnini at royna nýtt, um tey hjálpa eitt sindur til í matgerðini.