Hita ovnin á 200C.Legg fløkini í eitt fat. Vaska og sker purru, gularót og brokkoli í lítlar bitar. Upploys fiskabouillon í kókandi vatni, blanda róma, karry, ananassevju, salt og pipar upp í bouillonveskuna og rør væl saman. Legg grønmeti og ananasbitar omanyvir fløkini (enda við brokkoli ovast). Stroy karrysósina omanyvir og bakað í ovninum í uml 20 min ella inntil fløkini eru bakaði. Kóka fullkornsrís eftir leiðbeining á pakkanum.