Tendra ovnin á 175C.Brúnka kjøtið í grýtuni. Hakka leyk og hvítleyk, rív/sker gularøtur og koyr í grýtuna. Krydda við oregano, fríkst rósmarin uttan stelk, salti og pipari. Blanda tomatpure og pastasósina saman við kjøtblandingini og koyr síðani spinati í kjøtblandingina (um kræsin børn eru í húskinum, blenda evt spinati við eitt sindur av vatni áðrenn koyr verður í grýtuna, ella brúka spinati í salatina ístaðin). Um kjøtsósin mangla vesku, koyr eyka vatn í. Smakka til við salti og pipari.Bygg lasagnuna upp í einum eldfastum fati. Byrja við kjøtsósini, koyr síðan smáttuost omaná og til síðst lasagnuplátur. Ger hetta inntil alt tilfari er brúkt og enda við at toppa lasagnuna við kjøtsós.Baka lasagnuna í ovninum í 25 min og koyr síðan mozzarellaostin omanyvir og baka víðari í 5 min ella inntil lasagnupláturnar eru al dente.Koyr spinati og rivna gularót í eina skál. Rør olivinolju, eddik, hunang og dijon sinnop saman og koyr útyvir salatina.Tip – koyr restir av grønmeti í saltina