Fullkornslasagna við spinati og smáttuosti_14
Persónar: 2
Tilfar
- 200 g oksakjøt
- 0.5 spsk matolja
- 1 stk leyk
- 1.5 fet hvítleyk
- 60 g gularót
- 1 tsk oregano (turkað)
- 2 stelkar fríkst rósmarin
- 1 dós tomatpure
- 250 g pastasós við basilikum
- salt og pipar
- 100 g spinat
- 100 g fullkornslasagnuplátur
- 200 g smáttuost
- 25 g rivin ostur
Salat
- 40 g spinat
- 40 g gularøtur
- 1 spsk matolja
- 1 spsk eddik (súrepla- ella lager-)
- 1 tsk dijon sinnop
- 0.5 spsk akacie hunang
Vegleiðing
- Tendra ovnin á 175C.Brúnka kjøtið í grýtuni. Hakka leyk og hvítleyk, rív/sker gularøtur og koyr í grýtuna. Krydda við oregano, fríkst rósmarin uttan stelk, salti og pipari. Blanda tomatpure og pastasósina saman við kjøtblandingini og koyr síðani spinati í kjøtblandingina (um kræsin børn eru í húskinum, blenda evt spinati við eitt sindur av vatni áðrenn koyr verður í grýtuna, ella brúka spinati í salatina ístaðin). Um kjøtsósin mangla vesku, koyr eyka vatn í. Smakka til við salti og pipari.Bygg lasagnuna upp í einum eldfastum fati. Byrja við kjøtsósini, koyr síðan smáttuost omaná og til síðst lasagnuplátur. Ger hetta inntil alt tilfari er brúkt og enda við at toppa lasagnuna við kjøtsós.Baka lasagnuna í ovninum í 25 min og koyr síðan mozzarellaostin omanyvir og baka víðari í 5 min ella inntil lasagnupláturnar eru al dente.Koyr spinati og rivna gularót í eina skál. Rør olivinolju, eddik, hunang og dijon sinnop saman og koyr útyvir salatina.Tip – koyr restir av grønmeti í saltina
Tú skalt sjálv/ur hava
- matolja
- salt og pipar
- oregano - turkað
- fullkornslasagnaplátur
- eddik
- dijon sinnop
- akacie hunang
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!