Tendra ovnin á 200C. Legg høsnarungalørini á eina bakiplátu við bakipappíri. Stroy matolju, salt, pipar og paprika omanyvir høsnarungalørini og baka í ovninum í 30 min ella inntil gjøgnumstokt.Síla og skola kikertrarnar væl. Legg á eina bakiplátu og stroy matolju omanyvir, krydda við salti, pipari, paprika, kili og dryssa evt við sesamfræ. Baka í ovninum saman við høsnarungalørunum (man kann eisini steikja hetta á pannuni við gnocchinum).Steik gnocchi á pannuni í matolju, krydda við salti.Vaska og sker hjartasalat í bitar. Sker avokado í bitar, hakka fríska dild og blanda alt saman í eini skál, stroy við matolju og pressa sitrónsevju omanyvir.Blanda súrróma, sitrónsevju, turkað dild, salt og pipar saman til ein dressing.
Tú skalt sjálv/ur hava
matoljasalt og piparpaprikakiliturkað dildevt sesamfræ