Høsnarungalør við gnocchi og salati

Persónar: 1
Tilfar
- 2 stk høsnarungalør
- matolja, paprika, salt og pipar
- 55 g kikertrar
- matolja, paprika, kili, salt og pipar
- 125 g gnocchi
- matolja og salt
- 0,5 stk hjartasalat
- 0,25 stk avokado
- 0,25 pot frísk dild
- 0,1 stk sitrón
- matolja
Dressing
- 0,5 dl súrromi 9%
- 0,15 stk sitrón
- 0,5 tsk turkað dild
Vegleiðing
- Tendra ovnin á 200C. Legg høsnarungalørini á eina bakiplátu við bakipappíri. Stroy matolju, salt, pipar og paprika omanyvir høsnarungalørini og baka í ovninum í 30 min ella inntil gjøgnumstokt.Síla og skola kikertrarnar væl. Legg á eina bakiplátu og stroy matolju omanyvir, krydda við salti, pipari, paprika, kili og dryssa evt við sesamfræ. Baka í ovninum saman við høsnarungalørunum (man kann eisini steikja hetta á pannuni við gnocchinum).Steik gnocchi á pannuni í matolju, krydda við salti.Vaska og sker hjartasalat í bitar. Sker avokado í bitar, hakka fríska dild og blanda alt saman í eini skál, stroy við matolju og pressa sitrónsevju omanyvir.Blanda súrróma, sitrónsevju, turkað dild, salt og pipar saman til ein dressing.
Tú skalt sjálv/ur hava
matolja
salt og pipar
paprika
kili
turkað dild
evt sesamfræ
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!