Flys og hakka hvítleyk, reyðleyk og várleyk og steik í eini grýtu í matolju. Sker grønmeti og frukt í munnbitar og stilla til viks. Sker høsnarungabringurnar í munnbitar og steik væl í grýtuni. Krydda við karry og koyr hakkaðar tomatir, vatn og bouillon, ein sjatt av ferskensaft, rómaost, piparfrukt og fersken í grýtuna og kóka. Smakka til við salti og pipari.