Hita ovnin á 180C.Tiðna rækjurnar, pilka evt skalið av rækjunum. Flys og hakka hvítleyk og sker reyðleykin í bátar.Vaska salatbløð, sker avokado og agurk í skivar og blanda alt saman við frískari dild, matolju og salti.Hita flute í ovninum.Steik hvítleyk og reyðleyk á eini pannu í matolju, krydda við karry. Steik rækjurnar saman við og koyr ein góðan sjatt hvítvín/súrepladjús í, so har er eitt sindur av karrysoðið á pannuni. Smakka til við salti og pipari.Borðreið við salat, flute, rómaost og rækjum.