Karrykempirækjur við grønari salat og breyði
Persónar: 1
Tilfar
- 0,5 stk reyðleyk
- 0,5 stk hvítleyk
- 0,5 tsk karry
- 100 g kempirækjur
- hvítvín/súrepladjús
- salt og pipar
Salat
- 15 g salatbløð
- 0,25 stk avokado
- 0,15 stk agurk
- 0,2 pott frísk dild
- matolja og salt
Afturvið
- 100 g flute
- 50 g rómaost
Vegleiðing
- Hita ovnin á 180C.Tiðna rækjurnar, pilka evt skalið av rækjunum. Flys og hakka hvítleyk og sker reyðleykin í bátar.Vaska salatbløð, sker avokado og agurk í skivar og blanda alt saman við frískari dild, matolju og salti.Hita flute í ovninum.Steik hvítleyk og reyðleyk á eini pannu í matolju, krydda við karry. Steik rækjurnar saman við og koyr ein góðan sjatt hvítvín/súrepladjús í, so har er eitt sindur av karrysoðið á pannuni. Smakka til við salti og pipari.Borðreið við salat, flute, rómaost og rækjum.
Tú skalt sjálv/ur hava
matolja
hvítvín ella súrepladjús
salt og pipar
karry
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!