Hita ovnin á 190C. Kóka pastaskrúvur undir vatni (kóka evt dupulta portión til hin pastarættin). Vaska og sker purru og piparfrukt í bitar. Sker beykon í bitar og svitsa av á pannuni saman við skinkustrimlum, purrum og piparfrukt.Blanda róma og hakkaðar tomatir saman og krydda við salti og pipari. Stoyt á pannuna og blanda alt saman. Koyr skrúvurnar í eitt eldfast fat, stoyt kjøtblandingina javnt omaná, legg rivnan ost omaná og baka í ovninum í 20 min.Ímeðan sker spískkál, gularót í tunnar flísar, súrepli í bitar, hakka persillu. Blanda alt saman og pressa sitrónsevju omanyvir.