Tenda ovnin á 200C.Vikla parmaskinku um høsnarungabringurnar. Legg í eitt eldfast fat og baka í ovninum í uml 30 min ella inntil høsnarungabringurnar eru gjøgnumstoktar. Blanda sitrónsevju, matolju, edik, kiliflakar, salt og pipar saman. Vaska og hakka dild, persillu og blanda upp í lakan. Skola limabønurnar/kikertrar væl og koyr í lakan og vend væl runt. Kóka quinoa/bulgur/couscous eftir vegleiðing á pakkanum. Sker snackpipar í bitar, blanda saman við rukolabløðunum. Evt blanda limabønir/kikertrar, lakan, quinoa/bulgur/couscous, snackpipar og rukola saman ella borðreið sundurskilt.