Hita ovnin á 175C. Kóka pastaskrúvurnar eftir leiðbeining á pakkanum (kóka evt dupulta portión til hin pastarættin). Legg beykon á eina bakiplátu við bakipappíri á. Baka í ovninum í uml 15 min ella inntil broysk. Sker brokkoli í lítlar bitar, legg í eina sílu og dampa yvir pastaskrúvunum, meðan tær kóka.Sker høsnarungabringurnar í bitar og steik á pannuni í eitt sindur av matolju um neyðugt. Sker reyðleyk í lítlar bitar, spískkál í tunnar strimlar og súrepli í smáar bitar.Blanda súrróma, akaciehunang, karry og sitrónsevju saman, smakka til við salti, pipari og evt meira karry.Blanda alt saman í eina stóra skál og koyr dressingini í salatina.Um børn eru í húskinum kann alt borðreiðast sundurskilt.