Hitaovnin til 175C. Legg beykon á eina bakiplátu við bakipappíri á. Baka í ovninum inntil beykoni er broysk (uml 15 min).Kóka tortelloni eftir leiðbeining á pakkanum. Sker hjartasalati fínt, cherrytomatir í skivar og avokado í strimlar. Blanda alt saman við tortelloninum og grønum pesto, krydda við salti og matolju. Toppa av við frískari persillu og beykon.Tip - Um børn eru í húskinum, borðreið tilfarið sundurskilt í skálir. Ofta kann tað eggja børnini at royna nýtt, um tey hjálpa eitt sindur til í matgerðini.