Pestosalat við tortelloni
Persónar: 1
Tilfar
- 0,5 pk beykon
- 125 g tortelloni
- 0,33 stk avokado
- 0,5 stk hjartasalat
- 50 g cherrytomat
- 25 g grønt pesto
- 0,25 pot persilla
- matolja og salt
Vegleiðing
- Hitaovnin til 175C. Legg beykon á eina bakiplátu við bakipappíri á. Baka í ovninum inntil beykoni er broysk (uml 15 min).Kóka tortelloni eftir leiðbeining á pakkanum. Sker hjartasalati fínt, cherrytomatir í skivar og avokado í strimlar. Blanda alt saman við tortelloninum og grønum pesto, krydda við salti og matolju. Toppa av við frískari persillu og beykon.Tip - Um børn eru í húskinum, borðreið tilfarið sundurskilt í skálir. Ofta kann tað eggja børnini at royna nýtt, um tey hjálpa eitt sindur til í matgerðini.
Tú skalt sjálv/ur hava
matolja
salt
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!