Tendra ovnin á 175C.Sker høsnarungabringu í bitar og steik á pannuni. Tá høsnarungin er næstan gjøgnumstoktur krydda við søt kili sós og steik inntil høsnarungin er karameliseraður.Rív agurk grovt, pressa saftina úr og koyr agurkina í eitt ílat. Blanda við súrróma, pressaðum hvítleyki, salti og pipari.Sker cherrytomatir í helvt, spískkáli í fínar strimlar og avokado í tern.Hita pitabreyð í ovninum og borðreið alt fyri eitt. Sker pitabreyði heilt upp fyri at fáa meira fyllu í.Tip – borðreið við olivin og persillu um avlop er av hesum.