Pitabreyð við høsnarunga
Persónar: 1
Tilfar
- 140 g høsnarungabringa
- 1 tsk matolja
- 1 tsk søt kili sós
Tzatziki
- 0,25 dl súrróma
- 0,5 fet Hvítleyk
- 0,2 stk agurk
- salt og pipar
Annað
- 0,1 stk spískkál
- 20 g cherrytomatir
- 0,25 stk avokado
- 1,5 stk pitabreyð
Vegleiðing
- Tendra ovnin á 175C.Sker høsnarungabringu í bitar og steik á pannuni. Tá høsnarungin er næstan gjøgnumstoktur krydda við søt kili sós og steik inntil høsnarungin er karameliseraður.Rív agurk grovt, pressa saftina úr og koyr agurkina í eitt ílat. Blanda við súrróma, pressaðum hvítleyki, salti og pipari.Sker cherrytomatir í helvt, spískkáli í fínar strimlar og avokado í tern.Hita pitabreyð í ovninum og borðreið alt fyri eitt. Sker pitabreyði heilt upp fyri at fáa meira fyllu í.Tip – borðreið við olivin og persillu um avlop er av hesum.
Tú skalt sjálv/ur hava
- søt kili sós
- salt og pipar
- matolja
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!