Hita ovnin á 250C ella maks hita.Hakka leyk og blanda upp í tomatpure, oregano og eitt sindur av vatni, so sósin ikki er ov føst. Síla vatnið frá mozzarellaostinum. Vaska og sker champignon í skivur og steik á eini pannu í matolju. Legg pitsudeiggið á eina bakiplátu, smyr við tomatsós, brót mozzarellaost omanyvir, legg stokt champignon, fennikapylsu/salamepylsu omanyvir og baka í ovninum í uml 10 min ella inntil kantarnir eru broyskir.Pynta við persillu omaná. Tip - ger eina salat av restum av grønmeti, td. spískkál, ertrar, agurk og mango.