Pitsa við fennikelpylsu

Persónar: 1
Tilfar
- 0,5 pk fullkornspitsadeiggj
Tomatsós
- 0,5 dós tomatpure
- 0,5 stk lítil reyðleykur
- oregano
- vatn
Toppings
- 0,5 pk mozzarella
- 0,5 pk fennikapylsa
- 40 g champignon
- persilla
Vegleiðing
- Hita ovnin á 250C ella maks hita.Hakka leyk og blanda upp í tomatpure, oregano og eitt sindur av vatni, so sósin ikki er ov føst. Síla vatnið frá mozzarellaostinum. Vaska og sker champignon í skivur og steik á eini pannu í sindri av matolju. Legg pitsudeiggið á eina bakiplátu, smyr við tomatpure, legg stokt champignon, fennikapylsu og brót mozzarellaost omanyvir og baka í ovninum í uml 10 min afturat ella inntil kantarnir eru broyskir.Pynta við persillu omaná.
Tú skalt sjálv/ur hava
oregano
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!