Heinta lokalt
Heinta tín matkassa í FK Hoyvík, Miðvági, Klaksvík, Trongisvági ella Fuglafirði.
Eingin binding
Tú kanst eitt nú melda feriu, ella uppsiga títt hald.
Spar tíð
Spar tíð uppá matætlan og innkeyp. Vel ímillum matkassar við nátturða ella miðmála.
Útkoyring
Til ber at fáa matkassan koyrdan til dyrnar í Tórshavn, Hoyvík ella Argjum, Klaksvík til eystaru síðu av skálafjørðinum og í Klaksvík.
Okkara matkassar
Sum heild verður dentur lagdur á sunnar, lættar og vælsmakkandi rættir, sum tú sjálv/ur kann gera út frá matkassanum við hjálp frá uppskriftunum. Uppskriftirnar eru vegleiðandi og tí ber til at gera meira ella minni av døgurðamati alt eftir tørvi. Ein til tveir dagar um vikuna eru fiskadagar.
Matkassar við nátturða
Matætlanin er við uppskriftum til 3 ella 4 dagar um vikuna. Matkassin inniheldur tær flestu vørurnar, sum tú skalt brúka. Tó verður tikið hædd fyri gerandisvørum sum t.d salt, pipar, matolja og rís fyri at minka um matoyðsl.
Matkassar við miðmála
Royn okkurt nýtt á arbeiðsplássinum og bílegg ein matkassa við miðmála. Hugskotið er at lætta um gerandisdagin hjá m.a. smáum fyritøkum. Rættirnir eru til dømis rugbreyð við viðskera, tortilla ella salat. Til nakrar rættir skalt tú bert borðreiða við rávørum, aðrar tíðir krevst ein ovnur ella panna/grýta. Uppskriftirnar finnur tú á heimasíðuni, tá tú hevur innrita.