Gjalding

Til ber at gjalda við Dankort/VISA-Dankort, VISA, VISA Electron og Mastercard. Online gjøld verða viðgjørd via Quickpay A/S.

Allar upphæddir eru í DKK. Danskar krónur og eru incl. MVG.

MATBITIN brúkar ein góðkendan gjaldsservara, ið krypterar allar tínar kortupplýsingar við SSL (Secure Socket Layer) protokol. Tað merkir, at man ikki kann avlesa tínar upplýsingar.

Prísir og gjalding
MVG og avgjøld eru íroknað á prísunum á matbitin.fo

Prísirnir á matbitin.fo eru dagsprísir og kunnu dagførast leypandi.

Matbitin brúkar eina haldarskipan, har viðkomandi upphædd verður trekt frá kundanum hvønn mánadag, dagin áðrenn at máltíðarkassin er klárur at heinta.

MATBITIN-konto

Tá man stovnar ein brúkara á matbitin.fo verður ein MATBITIN-konto stovnað sjálvvirkandi.

Um tú ynskir at uppsiga títt hald skalt tú senda ein mail til info@matbitin.fo. Um tú ynskir at seta títt hald á pausu skalt tú senda ein mail til info@matbitin.fo minimum 2 vikur áðrenn gjaldandi dato.

Bíleggingar, ið eru innkomnir áðrenn kl 23.59 mánadag verða viðgjørdir og máltíðarkassin útleverast annan týsdag eftir bílegging.

Kvittan
Tá tú hevur góðkent tína bílegging á matbitin.fo, fært tú eina bíleggingarkvittan sendandi til tína mailadressu.Tín rokning fært tú sendandi elektronisk á mail, dagin fyri at tín matkassi er klárur at heinta týsdag í tí valda FK handili (HoyvíkMiðvágurKlaksvíkFK i Fuglafirði ella Trongisvági).

Heinting av matkassa í Føroya Keypssamtøku
Kundin heintar matkassan týsdagar í FK í HoyvíkMiðvágurKlaksvíkFuglafirði ella í Trongisvági ímillum kl 15-19. Máltíðarkassarnir verða leveraðir í endurnýslukassum, og tí skal kundin levera tann brúkta kassan aftur til FK vikuna eftir, tá kundin heintar tann nýggja matkassan.

Aftranarrættur
Fyri matvørur eru eingin aftranarrættur.

Endurgjaldskrav
Um feilur ella mangul á vørum til matkassan í samband við tína bílegging, verður tú biðin um at seta teg í samband við okkum á mail ella telefon skjótast gjørtligt ella í seinasta lagi 3 dagar eftir heinting av matkassanum, so vit kunnu rætta feilin.

Útgingin ella spilt vøra kann latast aftur til tín FK handil og umbýtast.

Endurgjaldskrav er ikki galdandi fyri feil ella skaðar við skeiva nýtslu av vørum.

V levering
Áheintan til og endurgjaldskrav skal sendast til:

MATBITIN
Heiðagøta 14
370 Miðvágur

Vit mótaka ikki pakkar sent sum postkrav.

Endurgjald
Um endurgjald er avtalað, verða tit biðin um at senda tykkara bankaupplýsingar, so vit kunnu flyta tí avtalaðu peningaupphædd.

Kærumøguleikaryvirlit og links:
Hevur tú eina kæru yvir eina vøru, keypy á okkara heimasíðu, kann kæran sendanst til:

Konkurrence- og Forbrugerstyrelsens Center for Klageløsning
Carl Jacobsens Vej 35
2500 Valby
Link: www.forbrug.dk

Kundeservice
Okkara kundatænasta kann røkkast á:

Telefon: +298 225300
Mail: elsa@matbitin.fo

Fyritøka
Sp/f MATBITIN
Heiðagøta 14
370 Miðvágur
CVRnr. 637025

Stovnsár 2019

Deil hetta