Gávubræv

Gávubrøv kunnu keypast við at skriva ein mail til info@matbitin.fo, upplýs upphædd á gávubrævinum og vit seta okkum í samband við teg. Peningurin skal flytast á konto, og gávubrøv verða send við telduposti til keyparan sum PDF fíla. PDF fílurin kann prentast út ella sendast víðari við telduposti til móttakaran.

Gávubrævið kann ikki býtast um til reiðan pening og er galdandi í 1 ár frá dagfestingini.

Hvussu nýtur tú gávubrævið?

Matkassin kann bíleggjast beinleiðis á heimasíðuni www.matbitin.fo. Vel tað haldið, sum tygum ynskja, útfyll persónupplýsingarnar og viðmerk síðan gávukortnummari á gávubrævinum í teigin “Meira kunning”. Matkassin er klárur at heinta í FK kring landið annan týsdag eftir bílegging.

Um tygum bert ynskja at fáa eitt ávíst antal av matkassum, vinarliga set teg í samband við okkum á info@matbitin.fo ella ringja á 225300.

GG! Upphæddin verður skrásett eftir bíleggingina av okkara viðskiftafólki.

Deil hetta