Bakaður laksur við blómkáli
Persónar: 3 persónar
Tilfar
- 450 g søteplir
- 1.5 spsk matolju
- salt og pipar
- 360 g blómkál
- 3 tsk akacie hunang
- 1.5 spsk matolja
- 60 g valnøtir
Bakaður laksur
- 375 g laks
- 3 tsk dild (turkað)
- 135 g cherrytomat
- 1.5 stk purra
- 0.2 stk sitrón
Vegleiðing
- FramferðarhátturTendra ovnin á 180 gradir.Sker søteplir í helvt – stroy olju, salt og pipar omaná og legg søteplini við flatuni niður á eina bakiplátu. Sker bløðini frá blómukálinum og legg tað heilt á somu bakiplátu. Tú kanst eisini skera blómkáli í bukettir, hetta tekur minni tíð at baka. Koyr hunang, matolju og hakkaðar valnøtir omaná blómukáli. Steik í ovninum í uml. 30 min.Sker purru og cherrytomatir í bitar. Pakka laksin í silvurpappír saman við purrum, cherrytomatum, sitrón og kryddra við salti, pipari og dild. Baka í ovninum í uml 15 min. Tip - Kóka evt fullkornsrís ella eplir um børn eru í húskinum og ikki hava vant seg við søteplir og blómkál.
Tú skalt sjálv/ur hava
- salt og pipar
- matolju
- dild (turkað)
- akacie hunang
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!