Eggjakaka við beykon og tomat

Persónar: 1
Tilfar
- 50 g beykon
- 2 stk egg
- 0,15 dl mjólk
- 0,25 tsk hveitimjøl
- salt og pipar
- matolja
- 50 g cherrytomatir
- 0,25 pot purleyk
- 2 skivar rugbreyð
Vegleiðing
- Tendra ovnin á 175C.Legg beykon á eina bakiplátu við bakipappíri á. Baka í ovinum í uml 20 min. Um tit ynskja rista breyð afturvið, legg rugbreyðflísarnar inn í ovnin samstundis. Ímeðan píska egg, mjólk, mjøl, salt og pipar saman. Stroy matolju á pannuna og stoyt eggjablandingina á pannuna, baka við miðal hita. Legg ein tallerk omaná pannuna so restin av eggjakakuni verður baka. Legg beykon á køkspapír, so minni yvirskotsfeitt verður. Sker cherrytomatir í helvt, hakka purleyk og stroy omanyvir eggjakakuna. Legg beykon omanyvir. Borðreið við breyði.
Tú skalt sjálv/ur hava
salt og pipar
matolja
mjólk
hveitimjøl
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!