Ertrasalat við laksi

Persónar: 1
Tilfar
- 60 g rís
- 1,5 dl vatn
- 50 g frystar ertrar
- 0,1 stk spískkál
- 0,5 stk súrepli
- matolja
- 125 g heittroyktur laksur/frystur laksur
- salt og pipar
Dressing
- 0,5 dl súrrómi
- 0,25 stk lime
- 0,5 tsk dild turkað
- salt og pipar
Vegleiðing
- Kóka rís eftir leiðbeining á pakkanum. Um tú hevur fingið frystan laks, hita ovin á 180C, pakka laksin inn í folie, krydda við salti og pipari, pakka saman og baka í ovninum í 20 min.Tiðna ertrarnar undir heitum vatni. Sker spískkáli í tunnar strimlar og súrepli í smáar bitar. Blanda súrróma, limesevju, turkað dild, salt og pipar saman til ein dressing. Evt blanda rís, ertrar, spískkál og súrepli saman til eina salat og stroy matolju omanyvir. Toppa av við heittroyktum laksi/bakaðum laksi. Um børn eru í húskinum borðreið evt alt sundurskilt.
Tú skalt sjálv/ur hava
dild turkað
matolja
salt og pipar
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!