Heilan høsnarunga við gularótasalati

Persónar: 1
Tilfar
- 200 g gularøtur
- 150 g eplir
- 0,25 stk heilan høsnarunga
- matolja
- salt og pipar
Gularótasalati
- 0,25 dl Perlubyg, perlucouscous ella perlurug
- 100 g gularøtur
- 0,25 stk súrepli
- 0,25 stk pera
- 1 stk várleyk
- matolja
- 0,2 stk sitrón
- akaciehunang
Vegleiðing
- Tendra ovnin á 225C. Sker gularøtur og eplir í bitar og legg í eitt eldfast fat. Vaska høsnarungan, legg omaná grønmeti og legg sitrón inní høsnarungan. Stroy matolju omanyvir og krydda við salti og pipari evt timian. Steik í ovninum í 15 min og skrúa niður á 200C og baka í min 45 min afturat ella til høsnarungin er gjøgnumstoktur.Kóka perlubyg, perlucouscous ella perlurug eftir leiðbeining á pakkanum.Flys gularøtur og flys gularót í salatina, sker peru í strimlar og súrepli í bitar. Sker várleyk í tunnar skivar. Banda uppí perlubyg, perlucouscous ella perlurug tá tað er kólna. Pressa sitrónsaft og stroy akciehunang omanyvir salatina.Tip - Um børn eru í húskinum, borðreið nakað av grønmetinum sundurskilt í skálir. Ofta kann tað eggja børnini at royna nýtt, um tey hjálpa eitt sindur til í matgerðini.
Tú skalt sjálv/ur hava
At eiga inni
- salt og pipar
- matolja
- perlubyg, perlucouscous ella perlurug
- akaciehunang
- eplir
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!