Høsnarungayvirlør við bakaðum eplum, salati og hvítleyksdressingi

Persónar: 1
Tilfar
- 250 g høsnarungayvirlør
- 200 g eplir
- 100 g gularøtur
- 0,5 stk reyðleyk
- matolja
- timian, salt og pipar
Salat
- 20 g rukola
- 20 g mais
- 20 g slikertrar
- 0,2 stk piparfrukt
- 40 g kikertrar
- 0,15 stk sitrón
- 1 spsk matolja
- 0,25 spsk dijonsinnop
- salt og pipar
Dressing
- 0,5 dl súrrómi
- 0,3 fet hvítleyk
- salt og pipar
Vegleiðing
- Hita ovnin á 200C.Vaska og sker eplir og gularøtur í grovar bitar og legg í eitt eldfast fat. Flys reyðleyk og sker í bátar, legg í fatið. Legg høsnarungayvirlørini omanyvir, stroy matolju omanyvir, krydda við timian, salti og pipari. Baka í ovninum í 35 min ella inntil høsnarungayvirlørini eru gjøgnumstokt.Vaska og sker slikertrar og piparfrukt í bitar, blanda saman við rukola, mais og kikertrum (sigta og skolaðar væl undir vatni). Blanda sitrónsevju, matolju, dijonsinnop, salt og pipar í eini skál og stroy omanyvir salatina.Blanda súrróma, pressað hvítleyk, salt og pipar saman til ein dressing.
Tú skalt sjálv/ur hava
matolja
salt og pipar
timian
dijonsinnop
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!