Hugskot til at brúka restir til middegismála ella afturvið vikuskiftsrættum
Middegismálar
Ger eyka salat, sum kann takast við til matpakkan dagin eftir. Kóka evt alt quinoa og brúka hetta í salatir til middegismála ella í vikuskiftinum. Um restir eru av kjøtinum, tak hetta við í matpakkan ella kóka t.d. egg og koyr í matpakkan.
Um avlop er av tortilla, brúka hetta til at gera ein lættan middegismála, sum kann takast við til arbeiðis.
Til vikuskiftisrættirnar
Blómkál
Sker blómkál í bukettir og steik á pannuni við olju, salti og pipari. Evt eitt sindur av hunangi.
Blómkálssalat – sker blómkáli í tunnar flýsar og blanda saman við restunum av grønmeti, frukt og evt kókaðum perlurug.
Ger blómkálsrís – rív blómkál og koyr kókandi vatn omanyvir
Edemamebønir
Kann lætt blandast uppí allar salatir. Evt ein blanding av spískkál, quinoa, brokkoli og súrepli.
Fríkst timian
Brúka fríkst timian til steiking av búffum ella omaná eina steik, sum skal bakast í ovninum.
Eisini ber til at koyra tað í grýturættir. Brúka bert bløðini og ikki stelkin tá.
Hytteost
Brúka restirnar av hytteostinum til matpakkar afturvið salatum ella í tortilla.
Mynta og persilla
Pifta salatina upp við at blanda myntubløð og/ella persillu í.
Koyr myntu í smoothies.
Parmaskinka
Broysk parmaskinka – hita ovnin til 175C. Legg parmaskinku á eina bakiplátu við bakipapíri á. Baka í ovninum til parmaskinkan er broysk – uml 10-15 min.
Perlurug
Kóka perlurug og koyr í salatir ella borðreið sum tað er.
Quinoa
Kóka quinoa og koyr í salatir ella borðreið sum tað er.
Rivin ostur
Morgunmat ella miðmáli: Ger røregg á pannuni og blanda rivnan ost uppí á pannuni. Krydda við salti og pipari. Borðreið við broysknari parmaskinu, ristaðum kjarnurugbreyði og/ella avokado.
Salatost
Brúka salatostin í salatum.
Sitrón
Ingifershots – koyr 1 bunti fríska ingifer, 2 stk sitrón uttan skal og 3 stk súrepli í ein juiceara. Um tað er ov stert, koyr meira súrepli í. Tak eitt shot hvønn morgun. Goym í køliskápinum.
Fríska drekkivatni upp við at pressa fríska sitrónsaft í.
Spískkál ella reyttkál
Sker káli í fjóðringar og steik á pannuni við akaciahunangi, matolju og salti.
Ella brúka tað fríkst í salatir.
Spinat
Ger ein grønan smoothie við spinat, banan, kiwi og mjólk. Spinat hóskar seg væl í øllum sløgum av smoothie.
Ella brúka tað í salatum.
Søtepli
Sker søteplir í helvt ella til kips og koyr matolju omanyvir og krydda við salti og piapri. Baka í ovninum (175C) til søteplini eru blivin moyr. Kann kryddast millum annað við turkaðum ella frískum timian og/ella oregano.
Søtepli kann eisini kókast til tey blíva moyr og mosast. Krydda við salti og pipari.
Kips – Vaska og ella flys søteplini, sker í stavar, vend í matolju, salt og pipar og baka í ovninum í uml 30 min á 175C.