Innbakaður laksur við eplabátum og salati
Persónar: 1
Tilfar
- 200 g eplir
- matolja og salt
- 125 g laks
- 0,25 pk butterdeiggj/filodeiggj
- 50 g pikantost
Salat
- 20 g napolitana salatbløð
- 0,2 stk piparfrukt
- 0,1 stk agurk
- 40 g gularót
- 0,15 stk sitrón
- evt matolju
Vegleiðing
- Hita ovnin á 200C.Vaska og sker eplir í bátar við skali. Legg á eina bakiplátu við bakipappíri á, stroy matolju, salt og pipar omanyvir og baka í ovninum í uml 35 min ella inntil moyr.Sker butterdeiggið í 4 stykkir og rulla hvørt stykki út, so tað blívur størri. Legg laksin á eitt stykki, smyr pikantost á laksin og pakka butterdeiggið saman um laksin. (Um tú hevur filodeiggj, so tak 3-4 pappírsstykkir til eitt laksastykki og legg laksin á, smyr ostin omaná og pakka saman). Legg á eina bakiplátu og baka í ovinum í uml 15 min.Sker piparfrukt, agurk, gularót í bitar, vend salatbløð saman við í eini skál, pressa sitrónsevju omanyvir og stroy evt matolju omanyvir.
Tú skalt sjálv/ur hava
matolja
salt
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!