Quesadillas

Persónar: 1
Tilfar
- matolja
- 125 g mali oksakjøt
- 0,25 stk reyðleyk
- 0,5 fet hvítleyk
- 0,5 tsk oregano
- 1 spsk tacosauce
- 1,5 stk tortilla
- 50 g mais
- 0,15 stk piparfrukt
- 40 g rivin ostur
Salsa
- 40 g cherrytomat
- 0,25 stk reyðleyk
- 0,25 fet hvítleyk
- salt og pipar
Afturvið
- 0,5 dl súrrómi
- evt frísk koriander
Vegleiðing
- Hita ovnin á 200C.Steik oksakjøtið í eini grýtu í matolju. Ímeðan flys og hakka reyðleyk og hvítleyk og steik saman við kjøtinum. Krydda við oregano, tacosauce, salti og pipari. Drena mais, hakka piparfrukt í lítlar tern. Tak eina tortilla, koyr kjøt á, mais, piparfrukt og rivnan ost omanyvir og legg eina tortilla omaná. Ger hetta við restina av tortillunum. Baka allar quesadillurnar í ovninum á eini bakiplátu við bakipapíri á í uml 10-15 min ella inntil tær hava fingið farvu á kantarnar. Ímeðan ger salsa. Hakka cherrytomatir og reyðleyk fínt og blanda saman í eini skál, pressa hvítleyk í skálina, krydda við salti, pipari og matolju.Borðreið við súrróma og evt frískari koriander.SKUND? Borðreið sum tortillawraps ístaðinfyri í ovnin.
Tú skalt sjálv/ur hava
matolja
salt og pipar
oregano
evt frísk koriander
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!