Ríspappír við kryddaðum oksakjøti og grønmeti

Persónar: 1
Tilfar
- 125 g mali oksakjøt
- 0,5 fet hvítleyk
- 0,5 spsk ingifer
- 1 spsk soya
- evt kiliflakar
Grønmeti
- 50 g gularót
- 0,25 stk mango
- 0,1 stk agurk
- 10 g napolitana salatbløð
- 35 g slikertrar
- 0,25 stk sitrón
Afturvið
- søt kilisós
- soya
- 4 stk ríspappír
Vegleiðing
- Flys og hakka hvítleyk og ingifer fínt. Steik oksakjøtið í grýtuni saman við hvítleykinum, ingifer, soya og evt kiliflakar. Smakka til við salti og pipari.Ímeðan sker gularøtur, mango, agurk og slikkertrar í strimlar. Borðreið við ríspappíri, salatbløðum, frískari sitrón, søt kili sós og soya.Soleiðis rullar tú eina ríspappírsrullu: Koyr vatn í eitt fat, ger ríspappírið heilt vátt, legg á tallerkin, legg fyllu í, sitrónsevju, søta kilisós og soya og rulla saman. Legg evt endarnar inn áðrenn man rulla ríspappírið heilt saman.
Tú skalt sjálv/ur hava
salt og pipar
soya
søt kilisós
ríspappír
evt kiliflakar
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!