Tortilla við høsnarunga og bakaðum grønmeti

Persónar: 2
Ingredients
- 140 g gularøtur
- 100 g snackpipar
- 2 stk lítlir leykar
- 1 spsk matolja
- 0.5 stk sitrón
- salt og pipar
Avokadomos
- 1 dl súrróma 9%
- 1 stk avokado
- 0.5 stk sitrón
- salt og pipar
Fajita høsnarungabringa
- 300 g høsnarungabringa
- 0.5 spsk matolja
- 14 g fajita mix
- basilikum
- 80 g cherrytomatir
- 4 stk Fullkornstortilla
Instructions
- Hita ovnin til 180C. Sker gularøtur og snackpipar í strimlar, leykin í bátar og legg á eina bakiplátu við bakipapíri á. Koyr rapsolju, helvtina av sitrónsaft frá uppskriftini, salti og pipari og blanda saman. Steik í ovninum í 30 min. Avokadomos: Mosa ella blenda avokado, súrróma, sitrónsaft, salt og pipar saman. Sker høsnarungabringuna í strimlar og steik á pannuni við rapsolju. Krydda við Fajita mix til síðst. Sker samstundis cherrytomatirnar í bátar og vaska basilikumi.Evt hita tortillapannukøkurnar í ovninum áðrenn borðreitt verður.Smyr avokadomos á miðjuna á tortillapannukøkuni, legg høsnarungabitar, bakað grønmeti, cherrytomatir og basilikum ímillum og rulla saman.
Notes
- matolju
- salt og pipar
Royn matkassar?Sí meira á Matbitin!