Luksus havragreyt við frískum berum

Tilfar 1 dl havragrýn (helst grovvalsað) 2 dl vatn 1 nip av salti 1 spsk hørfræ hindber, jordber ella bláber banan, kiwi skyr ella jogurt valnøtir evt 1 tsk peanutbutter Framferðarháttur Kóka havragrýn, vatn, hørfræ og eitt nip av salti til tað byrjar at kóka og sløkk undir grýtuni. Koyr havragreytin í eina skál og koyr berini, banan, skyr/jogurt og hakkaðar valnøtir omanyvir.

Parmasalat

Tilfar til ein persón 30 g spinat 15 g rucola 20 g parmaskinka 30 g granateplikjarnur 1 lítil portión feta, 20% 1 miðal portión ristaðar og saltaðar mandlir 50 g rugbreyð, við heilum kjarnum Dressing 1 tsk olivenolja 4 g dijonsinnop 0,5 tsk honning 1 tsk æblecidereddik Framferðarháttur Steik parmaskinkuna broyska í ovninum á bakipapíri (175C í uml. 10-12 min) Blanda dressingin saman og blanda spinat og rucola í dressingin. Blanda parmaskinkuna, granateplikjarnurnar, feta, grovthakkaðar mandlir saman í salatina. Smakka til við salti og...

Frísk ber við vaniljusúrróma

Tilfar til 1 persón 1 neva bláber 1 neva hindber 1 neva jarðber 1 spsk súrróma 1 dims vaniljupulvur ella vaniljusukur 10 g myrk sjokoláta (70%) Framferðarháttur Vaska berini, sker jarðber í 4 fjórðingar og koyr í eina skál. Blanda súrróma og vaniljupulvur saman og koyr omanyvir berini. Hakka sjokolátuna og dryssa útyvir dessertina.

Jarðbersmoothie

Tilfar til 2 pers. 100 g fryst jarðber 1 banan 2 dl rís-, mandlu- ella vanliga mjólk 1 nip vaniljupulvur ella 1 tsk vaniljusukur Framferðarháttur Blenda alt tilfari væl saman