Smoothiebowl

Tilfar til 3 skálir: 200g fryst banan 200g fryst skógarber ella bláber 2 tsk agavesirop 2 dl mjólk (ella meir til konsistensurin er passaligur) Pynta við tí tú ynskir. Her var brúkt hørfræ, musli, bláber, banan og granatepli. Soleiðis gert tú: Blenda banan, skógarber, agavesirop og mjólk saman í einum blendara. Koyr meira mjólk í um neyðugt. Pynta við tí tú ynskir av fræ, frukt og ber.

Fullkornsbreyð

Tilfar: 25 g ger 6 dl lunka vatn 1 spsk salt 1 spsk akaciehunang 1 dl havragrýn 1 dl hørfræ 1 dl sólblómukjarnur 2 dl fullkornsølandshveitimjøl 1,5 dl fullkornshveitimjøl 8 dl hveitimjøl   Soleiðis gert tú: Rør ger og lunka vatn saman evt í einum mixara. Koyr salt, akaciehunang, harvagrýn, hørfræ og sólblómukjarnur í og rør væl. Koyr fullkornsølandshveitimjøl og fullkornshveitimjøl í og rør væl. Til síðst koyr hveitimjøl í og miksa deiggi væl. Heva í 30 min. Hita ovnin til 200C. Koyr deiggi í tveir breyðformar ella sum tvær bollar á...

Heimagjørd marcipanbreyð

Tilfar: 100g frískar dadlir 50g mandlumjøl 1 nips av salti ein sjatt mandluekstrakt smelta myrk sjokoláta (70%) Soleiðis gert tú: Sker dadlurnar upp og koyr steinin burtur. Blenda frískar dadlir, mandlumjøl (keypt ella ger tað sjálvur við at blenda mandlur til mjøl), salt og mandluekstrakt saman til ein samanhengandi konsistens. Rulla til kúlur og vend í smeltari sjokolátu - stilla í køliskápi til sjokolátan hevur sett seg.

Chiagreytur við berjum og peanutbutter

Tilfar: 2 tsk Chiafræ 3 dl Soyajogurt við blábersmakki 2 spsk Hørfræ Evt hindber, jarðber, sólber 1 spsk peanutbutter Soleiðis gert tú: Blanda chiafræ og jogurt saman, toppa við hørfræ, berjum ella aðrari frukt sum tær dámar og peanutbutter. Væl gagnist :)

Falafel, søteplamos og spískkálssalat

Frokost burturúr restum í køliskápinum. Tilfar Falafel Søtepli Pastinak Spískkál Snackpipar Purra Súrepli Sólblómukjarnur Mynta Sitrón   Framferðarháttur: Kóka søtepli og pastinak moyr. Stoyt veskuna burtur og blenda til mos við einum stavblendara. Stilla á køl. Baka falaflurnar í ovninum (20 min 175C) Sker spískkál og purru fínt, súrepli og snackpipar í puntar og hakkað myntu. Blanda alt saman við sólblómukjarnunum og pressa fríska sitrónsaft omanyvir. Borðreið evt við ristaðum rygbreyði við rivnum osti.

Fullkornstortilla við falafel

Tilfar 3 falaflar 1/2 avokado frísk sitrónsaft salt og pipar spískkál cherrytomat feta   Framferðarháttur Hita falaflarnar í ovninum (175C í 20 min). Mosa avokado á tortillaina, pressa sitrónsaft omanyvir og krydda við salt og pipari. Legg fíntskori spískkál, cherrytomatir í bátar, feta og falaflar á tortillaina.   Tip - um tú eigur fríska basilika ella aðra kryddurt, koyr hetta í eisini.  

Reyðróthummus og grønmeti

Tilfar 200 g reyðrót (flust og kóka moyr) 1 dós kikertrar (uttan vesku) 1 tsk tahin (kann droppast) Saft frá 1 sitrón 1 tsk spíðskommen 1 tsk koriander 1 tsk kilipulvur 1 fet hvítleyk 1/2 dl olju (olivin ella raps)   Framferðarháttur Blenda alt saman og smakka til við salti og pipari. Borðreið við t.d. gularót, selleri, snackpipar, agurk.