Frísk ber við vaniljusúrróma
Tilfar til 1 persón 1 neva bláber 1 neva hindber 1 neva jarðber 1 spsk súrróma 1 dims vaniljupulvur ella vaniljusukur 10 g myrk sjokoláta (70%) Framferðarháttur Vaska berini, sker jarðber í 4 fjórðingar og koyr í eina skál. Blanda súrróma og vaniljupulvur saman og koyr omanyvir berini. Hakka sjokolátuna og dryssa útyvir dessertina.


