Sjokolátabarr

Tilfar 85 g havragrýn 115 g mandlumjøl 1 dims salt 5 spsk peanutbutter 3 spsk ahornsiropp 1 spsk mjólk 1 tsk vaniljuessens ella vaniljusukur   Omaná 150 g myrk sjokoláta 2 tsk peanutbutter   Soleiðis gert tú Blenda havragrýn, mandlumjøl og salt í eini hvirlu í uml 30 sek, ella inntil havragrýnið er fínt hakkað. Koyr síðan peanutbutter, ahornsiropp og vanilju í og blenda. Koyr nú massan í ein breyðform við bakipappíri í og trýst deiggið fast og javnt út. Smelta sjokolátu og peanutbutter í eini grýtu við lágum hita. Tá sjokolátan byrjar at smeltað, sløkk...

Minipannukøkur

Tilfar: 120g banan (uml 1 banan) 1 egg (uml. 50g) 170g mjolk 150g mjøl 1 rokuta tsk bakipulvur 1 rokuta tsk vaniljusukur   Soleiðis gert tú: Píska egg og banan væl saman. Koyr restina í og píska. Hita eina pannu, koyr matolju á og koyr eina stóra spsk deiggj á (td. 4 klattar á í senn). Steik á báðum síðum. Borðreið við td. ahornssiroppi.

Rísalamande

Tilfar til uml 6. portiónir 180g greytrís 2 dl vatn 1 l mjólk 2 vaniljustengir 70g sukur 1 appilsin 1 tsk við topp vaniljusukur ein dims salt   40g sukur uml 4 dl róma   Afturvið kirsiberjasós evt 100g ristaðar og hakkaðar mandlur   Soleiðis gert tú: Klúgv vaniljustongina og skava vaniljukornini úr. Blanda eitt sindur av sukri upp í vaniljukornini. Flys skali av eini appilsin. Kóka rísini og vatni í uml 3 min, síðan koyr mjólk, salt, appilsinskal, sukur, vaniljukorn og vaniljusukur í og rør í við javnum millumbilum í uml 45-50 min. Fiska vaniljustong og appilsinskølini úr...

Romkúlur

Tilfar: 200g frískar dadlur 30g mandlur ella mandlumjøl 4 spsk kakaopulvur 3 tsk romekstrakt 100 g myrk sjokoláta 72%   Soleiðis gert tú: Blenda mandlurnar til mjøl í eini hvirlu. Koyr steinarnar burtur úr dadlunum. Koyr dadlurnar, kakaopulvur og romekstrakt í hvirluna saman við mandlumjølinum og miksa alt væl saman. Rulla nú deiggið til smáar kúlur. Um deiggið setur seg á hendurnar, smyr so matolju á hendurnar og turkað yvirskotið vekk. Smelta sjokolátuna í grýtuni við lágum hita, sløkk áðrenn alt er smeltað og rør runt til sjokolátan smeltar...

Bananbreyð

Tilfar 3 bananir (uml 250g í alt) 3 egg 1,5 spsk vaniljusukur 40 g ahornsirup 240g mjøl 1 tsk bakipulvur 1 dims av salti 75g smelta smør 100g myrk sjokoláta   Soleiðis gert tú Hita ovnin á 180C. Píska bananirnar til mos. Koyr egg í og píska inntil luftkent. Píska ahornsirup í. Koyr vaniljusukur, mjøl, salt og bakipulvur í og miksa lætliga. Blanda smeltað smør í massan. Hakka sjokolátuna og blanda upp í massan. Evt goym eitt sindur til at drússa omanyvir. Koyr deiggið í ein breyðform (evt bakipappír niðurí ella smyr formin við...

Bláberjasmoothieskál

Tilfar til 2 persónar 150g fryst banan í bitum 130g fryst bláber 1 tsk mandlusmør ella peanutbutter 1 tsk vaniljusukur 100g mjólk   Soleiðis gert tú Koyr alt tilfarið í eina hvirlu og blenda væl inntil alt er mjúkt og lekkurt. Koyr meira mjólk í um neyðugt. Pynta við ber, frukt, musli ella annað tær dámar.  

Müslibar við karamell

Tilfar 100g havragrýn 40g kokus 30g peanutbutter 30g ahornsirup 30g kokusolja ella smør   Karamell 60g peanutbutter 60g ahornsirup 20g kokusolja ella smør salt   Sjókoláta 60g myrk sjokoláta 1 tsk kokusolja ella smør   Soleiðis gert tú: Blenda havragrýn í eini hvirlu. Koyr kokus, peanutbutter, ahornsirup og kokusolju í og blenda so tað verður samla. Tak eitt lítið fat (td. ein breyðform), legg bakipappír í og pressa havragrýnsmassan javnt niðurí. Koyr peanutbutter, ahornsirup, kokusolju og salt í eina grýtu og hita upp, meðan tú rørt væl í grýtuni. Tá konsistensurin er eins, stoyt omanyvir havragrýnsmassan og stilla í...

Karamellmunnbitar

Tilfar 100g havragrýn 100g frískar dadlur 40g smør salt   21g peanutbutter 30g ahornsirop 18g smør   60g myrk sjokoláta (70%)   Soleiðis gert tú Blenda havragrýni til mjøl. Koyr steinarnar burtur úr dadlunum og blenda dadlurnar saman við havragrýnsmjølinum, smøri og eitt dims salt. Nú skuldi deiggið verið fast til at forma í smáar muffinsformar (man kann eisini brúka vanliga stødd). Pressa deiggi sum smáar rundar smákøkur í botnin og brúka evt okkurt til at gera eina kullu í mittuna, har karamellið skal í. Hetta kann eisini bara gerast við at forma...

Pannukøkur

Tilfar til 8 lítlar pannukøkur 200 ml mandlumjólk (ella vanliga mjólk) 175g hveitimjøl 1 tsk jarðnøtarsmør 1 tsk bakipulvur 1 tsk ahornsirop 0,5 banan Soleiðis gert tú Píska ella blenda alt tilfari saman til ein javnan massa. Hita pannuna og smyr eitt sindur av smøri á. Steik lítlar pannukøkur á báðum síðum. Borðreið við hindbersós og jarðnøtarsmøri ella ahornsiropi.

Havragrýnsmuffins við sjokolátu

Tilfar til 9 stk: 1 miðal banan 1 egg 7 frískar dadlur 1 tsk vaniljupulvur 0,5 tsk bakipulvur 0,5 dl mjólk 120 g havragrýn 40 g myrk sjokoláta   Soleiðis gert tú: Hita ovnin á 180C. Sker dadlurnar í helvt og koyr steinarnar burtur.  Blenda banan, egg og dadlur í eini hvirlu. Koyr síðani vaniljupulvur, bakipulvur, mjólk og havragrýn í og miksa saman. Hakka tí myrku sjokolátuna og blanda upp í deiggið. Koyr deiggið í 9 stk muffinsformar og baka í ovninum í uml 15 min.