Sjokolátakaka
Til uml 4. fólk
Tilfar
8 frískar dadlur
1 banan (búgvin)
0,5 dl kakaopulvur
1 neva valnøtir
50 g myrk sjokoláta
0,5 dl mjólk
0,75 dl rísmjøl (ella hveitimjøl)
1 tsk bakipulvur
1 tsk vaniljupulvur
1 dims salt
2 lítil egg
50 g bleytt smør
evt pynt til kakuna
1,25 dl róma
75 g bláber, hindber ella jarðber
Soleiðis gert tú
Hita ovnin til 170C
Opna dadlurnar og koyr steinarnar burtur. Blenda væl í einum blendara saman við banan í bitum og kakaopulvur.
Blanda hveitimjøl, bakipulvur, vaniljupulvur og salt saman og blanda uppí deiggi. Koyr mjólkina í.
Hakkað myrka sjókolátu og valnøtir í ynsktar bitar.
Smelta smør og blanda upp í deiggi. Píska egg luftugt og vend saman við deigginum. Til síðst koyr sjokolátabitar og valnøtir í deiggi og koyr í ein kakuform við evt bakipappíri ella smurt við olju.
Baka í ovninum í 25 min.
Pynta við pískaðum róma og bláber ella onnur ber eftir ynski.