Smoothieskál við hindber

Tilfar til 2 persónar 100g frystar bananir í bitum 100g fryst hindber 100g sitrón/lime jogurt (annar smakkur kann eisini brúkast) uml 100g mjólk   Soleiðis gert tú  Blenda alt tilfarið væl saman. Rør í massanum innímillum og blenda aftur til tú hevur ein ískonsistens. Koyr í tvær skálir. Pynta við td. hørfræ, sesamfræ, peanutbutter, jarðber, kiwi

Tahini cookies við sjokolátu

Tilfar 125g fullkornsrugmjøl 100g bókhveitimjøl 1,5 tsk bakipulvur 0,5 tsk salt 100g smør 75g hvítt tahini (vanligt kann eisini brúkast) 100g rørsukur 5 medjoul dadlur 2 egg 150g myrk sjokoláta 70% sesamfræ   Soleiðis gert tú Blanda fullkornsrugmjøl, bókhveitimjøl, bakipulvur og salt saman í eini skál. Stilla til viks. Koyr steinarnar burturúr dadlunum og blenda saman við smøri, tahini og rørsukuri til ein lættan massa. Koyr eitt egg í í senn og blenda væl ímillum. Koyr massan í mjølskálina og rør væl saman. Hakka sjokolátuna og blanda uppí deiggið. Stilla deiggið í frystarin í uml. 20...

Marsipan/marsipanbreyð

Tilfar 100g mandlur 3 frískar dadlur ein dropa vatn Soleiðis gert tú: Blenda mandlur fínt, sker steinin burturúr dadlunum og blenda dadlurnar saman við mandlumjølinum, koyr ein dropa av vatni í so tað samlar seg. Brúka marsipanið til ma. at gera marsipanbreyð - forma og vend í smeltari myrkari sjokolátu.

Limeostakaka við sukrinsukur (glutenfrí)

Tilfar til botnin 200 g mandlur 100 g smør 2 spsk sukrin gold 1 dims salt   Tilfar til ostakrem 400 g rómaost naturel 2 dl rómi 1 dl limesaft vistfrøðiligt úr fløsku (man kann eisini frískpressa lime sjálv/ur) rivi skal av 2 lime uml 4 spsk sukrin gold 4 bløð av husblas   Pynt hakkaðar pistacienøtir myntubløð   Soleiðis gert tú Tendra ovnin á 150C. Blenda mandlurnar fínt, koyr salt og sukrin í og blenda víðari. Smelta smør og blenda saman við massanum. Koyr í ein springform (20cm) og pressa massan til ein fastan botn. Baka botnin í ovninum...

Snickerskúlur

Tilfar 10 frískar dadlur 2 spsk peanutbutter 2 nevar peanuts Myrk sjokoláta   Soleiðis gert tú Koyr steinin burtur úr dadlunum. Blenda dadlur og peanutbutter væl. Koyr síðan peanuts í og blenda grovt. Koyr evt fleiri peanuts í so konsistensurin blivur fastari. Smelta myrka sjokolátu í eini grýtu. Rulla smáar kúlur og vend í sjokolátuni. Stilla í køliskápið inntil sjokolátan er stadnað.  

Sjokolátakaka ella muffur

Til uml 4. fólk   Tilfar 8 frískar dadlur 1 banan (búgvin) 0,5 dl kakaopulvur 2 egg 50 g bleytt smør ella kokusolja 0,75 dl rísmjøl (ella hveitimjøl) 1 tsk bakipulvur 1 tsk vaniljupulvur 1 dims salt 0,5 dl mjólk 50 g myrk sjokoláta   evt pynt til kakuna 1,25 dl róma 75 g bláber, hindber ella jarðber   Soleiðis gert tú Hita ovnin til 175C. Opna dadlurnar og koyr steinarnar burtur. Blenda væl í eini hvirlu saman við banan og kakaopulvur. Koyr eggini í og blenda væl. Koyr smørið í og blenda. Blanda hveitimjøl, bakipulvur, vaniljupulvur og salt saman upp í...

Mangolassi

Tú skalt brúka til 2 gløs 1 mango 1/2 l jogurt naturel 1 spsk hunang 1 dims salt 6 ísterningar   Soleiðis gert tú Flys og sker mango út og koyr í ein blendara saman við jogurt, hunang, salt og ísterningum. Blenda væl og inntil allir ísterningarnir eru knústir.

Smoothiebowl

Tilfar til 3 skálir: 200g fryst banan 200g fryst skógarber ella bláber 2 tsk agavesirop 2 dl mjólk (ella meir til konsistensurin er passaligur) Pynta við tí tú ynskir. Her var brúkt hørfræ, musli, bláber, banan og granatepli. Soleiðis gert tú: Blenda banan, skógarber, agavesirop og mjólk saman í einum blendara. Koyr meira mjólk í um neyðugt. Pynta við tí tú ynskir av fræ, frukt og ber.

Heimagjørd marcipanbreyð

Tilfar: 100g frískar dadlir 50g mandlumjøl 1 nips av salti ein sjatt mandluekstrakt smelta myrk sjokoláta (70%) Soleiðis gert tú: Sker dadlurnar upp og koyr steinin burtur. Blenda frískar dadlir, mandlumjøl (keypt ella ger tað sjálvur við at blenda mandlur til mjøl), salt og mandluekstrakt saman til ein samanhengandi konsistens. Rulla til kúlur og vend í smeltari sjokolátu - stilla í køliskápi til sjokolátan hevur sett seg.