Baka søtepli við kilihummusi og quinoasalati
Tilfar til uml 4 pers.
2 stór søteplir
matolja
salt og pipar
evt kili
Quinoasalat
1 dl quinoa
1 stk snackpipar
1 pk slikertrar
4 stk frískar dadlur (vælfrítt)
salatbløð (her var brúkt spískkál)
1 pot fríska dild
matolja
salt
sitrónsaft
1 pk kilihummus
Soleiðis gert tú
Tendra ovnin á 210C
Vaska søteplini og sker tey í helvt um tey eru lítil, ella í bátar um tey eru stór. Legg á eina bakiplátu við bakipappíri á við skalinum niðureftir. Stroy matolju, salt, pipar og evt kili omanyvir. Vend søteplini niður, so tann skorna síðan liggur niður á bakiplátuna. Baka í ovninum í 40-50 min.
Kóka quinoa eftir leiðbeinig á pakkanum. Sker spískkál, slikertrar og snackpipar niður í tunnar strimlar og legg á ein tallerk. Hakka dildina grovt, koyr steinin burtur úr dadlunum og sker í smáar bitar, legg á salatina. Tá quinoa er kólnað, blanda uppí salatina og stroy matolju omanyvir og krydda við salti. Pressa sitrónsaft omanyvir og vend salatini.
Borðreið við bakaðum søteplum og kilihummusi.