Overnight oats Rísalamande
Tilfar til 3. portiónir
2 dl havragrýn
2 spsk chiafræ
2,5 dl mjólk
1 dl grikskt jogurt
2 spsk ahornsiropp ella hunang
2,5 tsk vaniljusukur
1 dism salt
Omaná
Kirsiberjasós
Hakkaðar mandlur
Soleiðis gert tú:
Blanda havragrýn, chiafræ, mjólk, grikskt jogurt, siropp, vaniljusukur og salt væl saman í eini skál. Legg film omanyvir og stilla í køliskápið náttina yvir.
Næsta morgun rør runt í greytinum. Um greyturin er ov tjúkkur eftir tínum tykki, kann hann tynnast við mjólk. Koyr í skálir, toppa við kirsiberjasós og evt hakkaðum mandlum.


