Pistasiukúlur
Tilfar
200g frískar dadlur (koyr steinarnar burtur)
60g pistasiunøtir
80g myrk sjokoláta
10g pistasiunøtur til pynt omaná
Soleiðis gert tú:
Blenda dadlur og pistasiunøtur í eini hvirlu.
Ger hendurnar vátar og forma deiggið í smáar kúlur.
Smelta sjokolátuna evt í mikroovninum (360W í uml 1 min og 30 sek) ella yvir vatnbað.
Vend kúlunum í sjokolátu og legg á eitt fat við bakipappíri á. Drússa við hakkaðum pistasiunøtum omanyvir og stilla á køl ella í frystaran.


